Góður dagur hjá føroysku feløgunum

Tey trý feløgini, sum hava føroyingar í hópinum, megnaðu øll at spæla seg víðari í steypakappingini

DANSKA STEYPAKAPPINGIN

Talan var um góðan dag hjá føroysku feløgunum í næstbestu donsku deildini, tá ið fjórða umfarið í steypakappingini var á skránni mikukvøldið.
Fremad Amager vann 3-2 á heimavøllinum, sum hesa ferð var í Tårnby og ikki Sundby, har einki ljósanlegg er. Í steðginum sá einki út, tí tá var Fredericia frammanfyri 2-0. Í 2. hálvleiki skoraði Fremad Amager trý mál. Andrew av Fløtum var á vøllinum í 1. hálvleiki, men hann kom ikki innaftur eftir steðgin. Hinir báðir føroysku spælararnir hjá Fremad Amager eru framvegis heilt uttanfyri hópin.
Felagið hjá Johan Byrial Hansen, Horsens, átti heimavøll móti superligufelagnum Silkeborg. Gestirnir vóru tvær ferðir á odda, men Horsens vann 4-3. Tá ið vanliga leiktíðin var farin, var støðan 2-2. Sigursmálið varð skorað í 102. minutti.
Felagið hjá Jón Róa Jacobsen vann á heimavølli 3-0 á superliguliðnum hjá Randers. Gestirnir mistu ein mann í 17. minutti. Brotsspark varð dømt, tí hann á strikuni hevði bjargað við hondini. Frem misnýtti brotssparkið, men longu undan steðginum høvdu teir skorað tey trý málini, sum bóru tryggan heimasigur við sær.
Jón Rói var á vøllinum allar 90 minuttirnar, og í Frem siga tey, at miðverjan enn eina ferð stóð seg ógvuliga væl.
Fimta umfarið verður 27. oktober. Lutakast var í gjár. Hjá føroysku feløgunum fall luturin soleiðis: Frem-Skjold, Fremad Amager-FC Nordsjælland, Horsens-AaB og FCK-OB. Harafturat er tað áhugavert, at oddaliðið í superliguni, Brøndby, skal spæla í Esbjerg.