Góður hýrur á ársins virki

Hýrurin var góður á "ársins virki 2003", tá ið Sosialurin vitjaði seinnapartin týsdagin

Virkisvitjan

Í gongini á Vaðhorn Seafood á Hulki møttu vit einum bilførara hjá Strandfaraskipum, sum hevði bilin standandi í túninum. Hesin helt fyri, at einasta heiðurin, hann kundi fáa, var at verða útnevndur sum ársins bilførari. Ein annar, sum eisini kom fram við, áðrenn vit hittu stjóran, var truckførari á Vaðhorn. Hann helt, at hann kanska kundi fingið heiðurin sum ársins truck-førari.
Jú, longu í gongini merktu vit góða stemningin, nú saltfiskavirkið, Vaðhorn Seafood, er útnevnt at vera ársins virki 2003.
Vit løgdu leiðina upp trappurnar. Á vegginum uppeftir og í gongini uppi á, hanga vakrar myndir av saltfiski, sum okkara myndamaður metti, at Per á Hædd mundi hava tikið.
Á nærmastu skrivstovuni sat ein fryntlig kvinna, sum segði, at stjórin, Jógvan Gregersen, sum situr á innaru skrivstovuni, tosaði í telefon. Í somu stund ringdi eisini telefonin hjá skrivstovukvinnuni ? og so tosaðu bæði hon og stjórin í telefon.
Fáu minuttirnar, vit bíðaðu, skoðaðu vit vøkru myndirnar á vegginum. Serliga var tað myndin, sum lýsir botnviðurskiftini og velduga ryggin norður gjøgnum Atlantshavið, sum fangaði okkara áhuga. Flestu myndirnar, sum prýða veggirnar á ársins virki, eru tó av saltfiski ? hvítu og tjúkku toskafløkunum, sum keyparar úti í heimi vilja gjalda so nógv fyri.
Stjórin tók væl ímóti okkum. Sat róligur í stólinum og bretti sær á, tá ið vit trinu innar. Hann tóktist avslappaður og nøgdur, nú hansara virki og tey fólk, sum eru grundarlagið undir Vaðhorn Seafood, hava nátt heilt uppá tindin. Lítillátin helt hann fyri, at nú er so nógv sagt og skrivað um virkið?
Tá ið myndamaðurin vildi hava Jógvan út um og umborð á ein trolbát niðanfyri til myndatøku, var tað kortini eingin trupulleiki, hóast vit allir tríggir máttu toga bátin nærri fyri at sleppast kundi umborð.
Tað hevði ivaleyst verið tann besta myndin av øllum, tá ið Jógvan Gregersen, myndamaðurin og blaðmaðurin stríddust við at hála skipssíðuna móti bryggjuni!
Myndamaðurin skipaði fyri, at nakrar fiskagreipur, sum hingu á galendaranum í bakborði, í staðin skuldu hanga á galendaranum í stýriborð - og síðan skuldi Jógvan standa í leytaranum uttanborðs ávegis uppá skipsdekkið.
Av bryggjuni fóru vit inn í pakkihøllina, har bæði ungar og tilkomnar kvinnur og einstakir menn stóðu við bondini og handfóru stóru og leskiligu toskafløkini, sum endaðu í snotuligum eskjum og síðan á plattum.
Eitt sindur undarligt sær tað út við fyrsta eygnabráð, at ein lítil krossur stendur á eskjuni hjá Vaðhorn.
- Tá ið eg byrjaði á virkinum og sá eskjurnar, visti eg heldur ikki, hvat hesin krossurin merkir, sigur stjórin.
Men á eskjunum stendur meira enn ein krossur; tekning er eisini av fiski og vaðbeini, og tað er í vaðbeininum, at krossurin er ritaður. Teir gomlu plagdu nevniliga at telgja kross í vaðbeinið, og tað er hesin krossurin, sum gongur aftur í eskjunum hjá Vaðhorn.
Á vitjanini á Vaðhorn vóru vit eisini inni í høllini, har fiskurin verður skorin og saltaður.
Allastaðni vóru fólk í góðum hýri, og tey høvdu einki ímóti at lata seg avmynda, tá ið "naski" myndamaðurin lyfti myndatólinum, klikti og streyk fram við og leitaði sær eftir næstu "offrunum".
Jú, á Vaðhorn Seafood eru tey errin, og tað hava tey alla orsøk at vera.
Á veg útaftur av virkinum, steðgaðu vit eina løtu á matstovuni, har diplomið ella prógvið fyri heiðurin, sum ársins virki 2003, hongur.
Stjórin og arbeiðsformaðurin, Jógvan Gregersen og Jansy Brøðraberg, hildu fyri, tá ið vit fóru avstað aftur, at vit skuldu fáa nakrar saltaðar lyppur við okkum.
- Vit hava tó ikki góðar royndir við at geva vørur út av húsinum. Einaferð, Arbeiðseftirlitið vitjaði her, góvu vit teimum lyppur. Nakrar vikur seinni meldaði Arbeiðseftirlitið okkum og onnur virki, sigur Jógvan skemtandi.
?

Á Vaðhorn á Strondum, sum hevur røtur aftur til seinast í sjeytiárunum, tá ið Petur Reinert var í vælmaktini á Eiði, arbeiða smá 40 fólk við at skera, salta og pakka tosk, longu og brosmu. Virkið keypir 2.500-3.000 tons av ráfiski um árið, sum verða virkaði til eini 1.200 tons av saltfiski, ið verða seld keyparum í eitt nú Spaniu og Italiu.
Jógvan Gregersen dylur ikki, at hann er ógvuliga fegin um heiðurin, sum teimum er tillutaður.
- Hetta er í fyrsta lagi eitt herðaklapp og ein viðurkenning til okkara arbeiðsfólk, sum ger eitt gott og ábyrgdarfult arbeiði.
Vaðhorn Seafood er eitt lutfalsliga lítið virki, sum burtur av virkar saltfisk, og stjórin metir, at støddin á virkinum kann vera ein fyrimunur, eitt nú við innkeypi av fiski, stýringini av framleiðsluni og tillaging til skiftandi umstøður.
- Føroyskur saltfiskur hevur sum heild sera gott orð á sær úti á marknaðinum; hann er tjúkkur og hvítur, og hetta hevur nakað við toskaslagið undir Føroyum at gera.
Jógvan vísir á, at í løtuni er toskurin sum heild ógvuliga rak, og tað er næstan bara fiskurin, ið kemur av Føroya Banka, sum er vælegnaður til saltfisk.
Sum skilst, eru brosman og longan betur fyri.
- Vit gera nógv fyri okkara viðskiftafólk. Aðalmálið er ein góð vøra og álit millum okkum sum framleiðara og keypararnar, sigur Jógvan Gregersen, stjóri á Vaðhorn Seafood.
Tað er Vinnuhúsið, ið skipar fyri tilnevningini av ársins virki, og í dómsnevndini sita: Arni Poulsen, aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, Hjalmar Petersen, stjóri á trolvirkinum Vónini, Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka, Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa og Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni.