Góður hýsuprísur í gjár

Við søluna á Fiskamarknaði Føroya í gjár fekk hýsa góðan prís ? og betri prís enn ein vanligan søludag á marknaðinum. Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár 274 tons á uppboði. Størstu nøgdirnar vóru toskur, hýsa, longa, brosma, kongafiskur og havtaska.

Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 11,63 krónur fyri kilo. Hetta er ein munandi lægri miðalprísur, enn besta sølan hesa vikuna annars, tá miðalprísurin nærkaðist teimum 19 krónunum fyri kilo.

Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya góð 88 tons av toski og 65 tons av hýsu. Prísirnir fyri tosk vóru á leið teir somu, sum teir hava verið í eina tíð ? úr 9,38 krónum fyri tosk 4 upp í 17,88 krónur fyri kilo av toski 1.

Við søluna í gjár fekk hýsa góðan prís ? og betri prís enn ein vanligan søludag á Fiskamarknaðinum.

Miðalprísirnir fyri hýsu lógu úr sløkum 10 krónum fyri kilo fyri hýsu 4 upp í 12,64 krónur fyri bestu hýsuna.

Samlaða sølan fyri tey 274 tonsini á Fiskamarknaði Føroya í gjár var slakar 3,2 miljónir krónur.