Góður sáttmáli

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, Karl Johansen, metir, at nýggi sáttmálin millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið er góður. Hann sigur, at fyrstu samráðingarnar altíð eru leiðbeinandi, men vil kortini ikki siga, hvat hansara felag ætlar gera og metir vera nøktandi, men lønin liggur fremst.

 

- Jú, Starvsmannafelagið hevur fingið nógv. Fyrstu samráðingarnar eru altíð leiðbeinandi og tískil er lættari fyri tey, ið koma aftaná. men sáttmálin er uppá 2 ár og 7 mánaðir, so felagið verður ikki fyrst at samráðast næstuferð, sigur Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.

Hann vil tó ikki siga, hvat hansara felag metir vera nøktandi og ringt er at gera øll nøgd, metir hann.


Luksus

- Vit hava nú fingið tað, ið kallast spesialarbeiðaraløn. Nú er veruleikin jú tann, at øll eru spesialarbeiðarar, tí ein skal duga okkurt, tá ein er á arbeiðsmarknaðinum í dag, sigur Karl Johansen.

Hann sigur, at hjá teimum er tað nú einaferð so, at talan er um tímaløn og at lønin liggur fremst. Hann hevur ikki verið í samband við onnur feløg, og veit tí ikki, um nakrar ætlanir eru um nøkur av somu nýhugsanum, sum Starvsmannafelagið hevur í sínum sáttmála.

- Lønin liggur fremst, hitt er luksus, sigur Karl Johansen í stuttari viðmerking.