Úlfur Hjørvar gav Føroya Listasavnið eina vatnlitsmynd frá Finni Jónsson, tá Helga Hjørvar fór frá sum stjóri í Norðurlandahúsinum. Nú er gávan lætin Listasavninum Úlfur Hjørvar ynskti, at myndin skuldi latast Listasavni Føroya í varðveitslu, og er hesum ynski nú gingið á møti við tað, at landsstýrismaðurin nú hevur handað Listasavninum myndina. Jógvan á Lakjuni, landsstýrsimaður, er fegin og sera takksamur fyri stórfingnu gávuna frá Úlfi Hjørvar. Hann sigur, at gávan er eitt dømi um tað vinalag og ta sínamillum virðing, sum eyðkennir viðurskiftini millum Ísland og Føroyar.
Søgan um myndina er í stuttum tann, at Finnur Jónsson í síni tíð gav skyldfólki hjá Úlfi myndina, tí gamalt vinalag var millum ættirnar. Tá Úlfur fór úr Føroyum, var ynski hans, at myndin skuldi vera verandi eftir í landinum. Nú verður myndin so latin Listasavninum við teimum upplýsingum, at hetta er gáva frá Úlfi Hjørvar til Føroya fólk.
Finnur Jónsson, sum varð borin í heim á Eysturlandinum, hevði samband við Føroyar. Bróðir hansara, Ríkharður Jónsson, myndaskeri, var í síni tíð lærari hjá fleiri føroyingum í myndaskurði, og hann hevur gjørt bringumyndina av Jóannesi Paturssyni, sum nú finst í roykstovuni í Kirkjubø. Finnur Jónsson var í tjúgunum kendur listamaður í Berlin, og verk hansara eru at finna á nógvum mætum listasøvnum í útheiminum. Flestu listaverk hansara eru tó á Listasavni Íslands, sum hann gav øll síni listaverk. Tvær bøkur eru skrivaðar um listamannin og verk hansara, og hann er ein av mætastu listamonnum Íslands.