GÍ vann í Vági

Sjálvt um GÍ hevði yvirlutan í fyrra hálvleiki í Vági, so var munurin á liðunum ikki tann heilt stóri. Liðini fóru eisini til hálvleiks við einum 0-0 javnleiki, men bæði liðini høvdu bert 10 mans á vøllinum tá eftir ein nærdyst mitt á vøllinum.

 

Í seinna hálvleiki var GÍ við yvirlutan at kalla allan vegin, og teir fingu eisini eitt mál. GÍ breyt ígjøgnum í høgru síðu, og teir sendu bóltin hart og flatt innfyri málið og við aftaru stong var Erling Jacobsen fyrstur á bóltinum og sendi hann í málið.

 

Seinni hálvleikur var annars merktur av einum hørðum samanstoyti, tá ein av útlendingunum hjá VB fekk ein alboga í andlitið. Hann mátti ein túr á sjúkrahúsið. GÍ vann tó dystin 1-0, og sostatt hava teir 7 stig eftir 4 umfør.

 

VB/Sumba-GÍ 0-1

Erling Jacobsen