G! verður aftur komandi ár

G! festivalurin verður aftur komandi ár. Í tíðindunum hjá Rás2 staðfesti Jón Tyril, at G!Festivalurin verður aftur komandi ár.

 

- Atgongumerkini verða til sølu hesa vikuna, segði Jón Tyril.

 

Seinastu árini hava nógvir festivalar verið, og onkrir eru blivnir burtur aftur.

 

G!Festivalurin er ein av teimum, sum hevur havt trupulleikar seinastu árini, men nú er hann eftir øllum at døma komin upp undan aftur.