– Enn einaferð kann Reyði Krossur Føroya staðfesta, at føroyingar stuðla hjálpararbeiðinum, tí inn komu 817.000 krónur, sigur Hjalti í Jákupsstovu, formaður í Reyða Krossi.
– Hetta er besta úrslit nakrantíð. Vit eru ógvuliga takksom fyri stóra stuðulin og álitið frá føroyingum, sigur hann.
Innsavnaði peningurin verður brúktur til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi bæði úti í heimi og í Føroyum, leggur hann afturat.
Í sambandi við innsavningina hava yvir 400 sjálvboðin gingið hús úr húsi við bússu.
Reyði Krossur í Føroyum fer nú at senda umleið helvtina av innsavnaða peninginum frá landsinnsavningini til neyðhjálpararbeiði í Sýrialandi, har fleiri millónir flóttarfólk, meira enn helvtin eru børn, flýggja undan krígnum og ræðuleikum.
Hin helvtin er til bráðfeingis hjálp, so at Reyði Krossur, beinanvegin ein vanlukka rakar, kann veita hjálp, og til sosiala virksemi hjá Reyða Krossi í Føroyum.