Áðrenn gávuhandanina fingu tey kongaligu greitt frá um fornfrøðisligu útgrevstirnar á Sandi, og sum skilst høvdu tey stóran áhuga fyri hesum.
Henrik fór til gongu
Allar gávurnar, ið tey kongaligu fingu, vóru smúkkur. Talan var um smúkkur, sum høvdu fingið íblástur úr júst fornfrøðisligu útgrevstrunum, og kongaliga fylgið var ógvuliga takksamt.
Eftir samkomuna í kommunuhølunum gekk leiðin aftur oman til kongaligu chaluppurnar, og síðani var farið umborð aftur á Dannebrog, sum lá og bíðaði uttan fyri havnina.
Bæði krúnprinsahjúnini og Henrik prinsur valdu at spáka úr kommunuhølunum aftur til chaluppurnar, Drotningin hevur tó, sum tey flestu óivað vita, trupulleikar við øðrum knænum, og hon var tí koyrd sama tein.
Beint áðrenn krúnprinsahjúnini fóru oman til sjálvar chaluppurnar, steðgaðu tey bráddliga á. Krúnprinsessan tosaði stillisliga við eitt starvsfólk hjá hoffinum, og rætti viðkomandi eitt lítíð myndatól. Áðrenn nakað fjølmiðlafólk varnaðist, stillaðu tey bæði upp til myndatøku, við Dannebrog í bakgrundini, til egna nýtslu, og starvsfólkið hjá hoffinum tók mynd til privatu samlingina hjá krúnprinsahjúninum.
Síðani var farið umborð á chaluppurnar, og kongaliga vitjanin á Sandi var av fyri hesaferð.