Tað er leygardagur, og eg komi snurrandi oman eftir Landavegnum frá arbeiði. Veðrið er gott, og Jesuspápi hevur akkurát tendrað ísmaskinuna, so at kavaflykrurnar koma dalandi so fjálgar og heitar niður yvir Havnina. Niðri við J. C. Svabos gøtu leggi eg at einum handli at keypa okkurt lítið. Handilsmaðurin er fryntligur og fær mær vøruna, og útafturkomin fylli eg lunguni við deiligari jólaluft og haldi, at lívið er fínar greiðir. Men tær greiðirnar fáa ein bráðan enda.
Tí har, í hasum glugganum har yviri, stendur eitt handilsskelti og glampar út á vegin. Tað sær so hugnaligt út, og eg fari yvir at vita, hvat stendur á tí. GOD JUL - skelkir tað brádliga so ókent upp á meg, og eg standi sum kánus. Royni at turka burtur av eygunum at hyggja betur, men tað bara versnar, tí nú hoppar hetta »gajolið« sum flugur fyri eygunum á mær, og í tí skili fari eg glorvandi oman eftir Dr. Jakobsens gøtu, renni næstan eina gamla konu um koll, og fari so blinkandi fram við Brúksuni og bjargi mær oman á Gongugøtuna.
Nú er betri. Flugurnar eru farnar, og har niðri er ein sølubúð, har tey selja heitt kaka. Akkurát tað, eg skal hava. Eg fái gentuni eina fimmkrónu, hon smílist og skeinkir mær ein munn. Og so er lagið beinanvegin betri. Eg standi og drekki kaka, heilsi upp á fólk og havi tað gott. Jesuspápi hevur koyrt meira á ísmaskinuna, og inni í sølubúðini spæla tey søtan jólatónleik. So deiliga hugnaligt, haldi eg, til tey í búðini troyttast av sanginum og leggja okkurt annað á. Eitt frískligt lag ger vart við seg, og so poppa nýggir tónar um Gongugøtuna: JULEMANDEN ER EN SKUMMEL FYR! Hálvt kakaið fer í rangastrúpan, hitt í mítt reyða skegg, og eg flýggi inn á Konditaríið.
Har er so vælsignað at seta seg við einum kaffimunni, festa sær í og flekja seg niður yvir eitt blað at lesa tíðindi. Einki at órógva mína viðkvæmu mentasál, og tá ein løta er farin, eri eg longu í batningi. Hætti mær út aftur, haldi eg, so eg rindi fyri kaffi og eri uttanduraður.
Tí nú veit eg, hvat eg fari at gera. Eg fari heim at skriva eitt lesarabræv um kultursvansið, fari eg, og eg havi longu kladduna í høvdinum, tá eg tríni inn um dyrnar. Men marran hevur altíð riðið niðarlaga. Sjálvt inni hjá mær sjálvum fái eg ikki frið, tí ikki meira enn innkomin, stígi eg á nakrar lýsingar, sum liggja tveittar inn á gólvið, beinini á mær fara í loft, og reyvin tekur við einum braki. So deiliga jólaligt. Men konan, tað skinnið, kemur neyðardýrinum til hjálpar, eg sleppi á føtur aftur, og hon styðjar meg upp í køkin. Fær mær ein stól og skeinkir drekka.
Og her siti eg so, henda ólukku leygardag, við lýsingunum í hondini, tí tær fekk eg við mær. Kveiti leysliga at teimum. »Pletskud fra OBH,« eitur ein, »Smykkedrømme« ein onnur, og á tí triðju stendur »Gigantisk Julemarked - til Danmarks vel nok billigste priser.« Rættiliga beinrakin, henda síðsta. Eg fall so fyri henni, má eg siga.
Eg fái uppí aftur og leggi beinini upp á borðið. Royni at summa meg, meðan eg haldi um mín eyma afturpart. »Eg fari at skriva eitt lesarabræv um málið,« sigi eg álvarsamur við konuna. »Eg havi bara so ilt í reyvini,« leggi eg afturat og vil hava hana at taka synd í mær. »Eg veit, góði,« sigur hon. »Mann skuldi tikið kodimagnyl fyri reyvarstingir. So skuldi tú fingið nakrar í jólagávu!«