G8-fundur í Camp David

Leiðararnir í G8-londunum eru á fundi í Camp David í USA vorðnir samdir um at leggja størri trýst á Iran fyri at fáa landið at almannakunngera ein størri part av tess kjarnorkuverkætlan. Teir hava eisini umrøtt norðurkoreonsku kjarnorkuverkætlanina og siga, at landið verður skúgvað út í myrkrið, um tað heldur fram við sínum øsandi hernaðarpolitikki.

Støðan í Sýrialandi er eisini umrødd í Camp David. G8-leiðararnir siga, at tíðin er komin til at leggja størri dent á at fáa eitt politiskt skifti í landinum.

Í dag fara leiðararnir at tosa um Evropa við serligum denti á støðuna í evruøkinum. Amerikanski forsetin, Barack Obama, sum er vertur fyri fundinum, segði fyrr í vikuni, at tað er umráðandi við tiltøkum, sum kunnu skapa vøkstur í Evropa.

Franski forsetin, Francois Hollande, er fyri fyrstu ferð á einum G8-toppfundi, og Dmitrij Medvedev luttekur hesaferð sum russiskur forsætisráðharri. Vladimir Putin, forseti, er ikki í Camp David.