Tað er í kvøld kl. 19 at konsertin við Bill & Gloria Gaither & Homecoming Friends verður í Koncerthuset í nýggja DR-býnum í Keypmannahavn. Saman við Bill & Gloria Gaither verða Gaither Vocal Band við m.a. David Phelps, Michael English, Mark Lowry og Wes Hampton, umframt Janet Paschal, Ernie Haase & Signature Sound, Buddy Greene, Lynda Randle og fleiri av teimum kendu frá Homecoming Friends.
Úselt er til konsertina, og salurin verður fullsettur. Føroysku ferðaskrivstovurnar hava skipað fyri ferðum í sambandi við konsertina, og roknað verður við at umleið ein fjórðingur av teimum 1800 áhoyrarunum verða føroyingar. Konsertin verður í fýra tímar.
Bill Gaither hevur vunnið fimm grammy-virðislønir frá 1973 til 2009 í ymiskum samanhangum, umframt at hann hevur verið tilnevndur heilar átta ferðir saman við konu síni Gloria. Bill Gaither er kosin besti komponistur innan kristnan tónleik í 20. øld.