fimleikagalla
Komandi vikuskifti fer Fimleikafelagið Ljósið at hava gallasýningar í Norðurlandahúsinum.
Felagið hevur 30 ára stovningarár í ár, og eru sýningarnar ein liður í hesum hátíðarhaldi. Farna heyst var stórt familjutiltak við felagsfimleiki, hoppiborgum og risalagkaku í Badmintonhøllini, og nú eru so fýra gallasýningar á skránni.
Fimleikur í miðdeplinum
Felagsevnið á framsýningunum er fimleikur, men tað verða rørslur og brøgd í alskyns útgávum. Sýningin er sett saman av mongum innsløgum, har nøkur bera brá av dansi, showi, meðan onnur dramatisera ævintýr, úttrykkja eitt ella annað og sumt mest av øllum er skemt og undirhald.
Allur fimleikur felagsins er umboðaður, og sæst tað aftur við eitt nú blandaðum liðum á gólvinum umframt stórum aldursmuni, 6-70 ár.
Vóna at síggja nógv fólk
Tey, ið skipa fyri, hava veruliga spílað seg út, havt eykavenjingar í vikuskiftunum, seymað búnar, fingið útgerð til vega og manererað við ymiskt annað í vónini um, at alt skal blíva gott, tá avtornar. Vónin er so at síggja nógv fólk í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum, har framsýningarnar vera báðar dagarnar kl. 16.00 og 19.00.