Gallarí Glæman letur upp í Norðragøtu

Í summar letur nýtt gallarí upp í hølunum hjá El-Talvuvirkinum í Norðragøtu.

Í summar letur nýtt gallarí upp í hølunum hjá El-Talvuvirkinum í Norðragøtu, har handilin Glæman fyrr helt til. Tað verður Hildigunn Tausen, sum fer at hava málningaframsýning í hølunum frá 6. juli til 1. september.

 

Sambært fyrireikarunum er ætlanin at skipa hetta sum eitt afturvendandi tiltak, har ymisk listafólk hava møguleika at vísa framm síni listaverk í Gallarí Glæman í summarfrítíðini.

 

Og í ár verður tað so Hildigunn Tausen, sum vísir fram.

 

Hildigunn er uppvaksin í Hovi í Suðuroy og er búsitandi í Danmark, har hon starvast sum pedagogur og psykoterapeutur.

 

Hon hevur fingist við at mála í nógv ár, og myndirnar hava íblástur úr føroysku náttúruni. Hildigunn er nógv umbiðin til framsýningar í Danmark og hevur eisini framsýningar í Føroyum.

 

Eftir 1. september fer hon at sýna fram í Smiðjuni í Lítluvík.


Ferniseringin verður í Gallarí Glæman í Tróndargøtu 18 hin 6. juli klokkan 17, og opið verður gerandisdagar frá klokkan 8-16 og annars eftir avtalu.