“Ivi hevur verið sáddur um, hvørt veljarakanningin, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin, er røtt. Ført hevur verið fram, at tingmannabýtið er skeivt útroknað, og at Miðflokkurin eigur ein av tinglimunum hjá Tjóðveldi.
Soleiðis er ikki.
Grein 32 í vallógini sigur soleiðis: “Uppgjørt verður, hvussu nógvar atkvøður, hvør góðkendur listi hevur fingið tilsamans. Samlaða atkvøðutalið hjá øllum listum, sum hava fingið í minsta lagi 1/33 part av atkvøðunum, verður býtt við tingmannatalinum (33). Við hesum tali verða atkvøðutølini hjá flokkunum býtt, og við hesum roknihátti verður funnið, hvussu nógv umboð hvør flokkur hevur rætt til at fáa í mun til atkvøðutalið. Geva teir við býti framkomnu býtingarpartar tilsamans, tá ið brøkarnir verða tveittir burtur, ikki 33 tingumboð, verða teir størstu brøkirnir hækkaðir, til hetta tal er rokkið.”
Sjálvstýrisflokkurin er undir sperrumarkinum, og tí skulu atkvøðurnar hjá Sjálvstýrisflokkinum ikki teljast við í uppgerðini. Og tí er tingmannatalið í veljarakanningini hjá Gallup Føroyar rætt útroknað.
Tey, sum nú vilja geva Miðflokkinum eitt tingfólk afturat og taka eitt tingfólk frá Tjóðveldi, hava helst gjørt tað mistak at taka atkvøðurnar hjá Sjálvstýrisflokkinum við í útrokningina.”
(mynd: útklipp av forsíðuni á Sosialinum mikudagin)