Eli Falkvard Nielsen verður aftur at síggja í B36. Tað váttar Jákup á Borg, liðskipari og hjálparvenjari hjá B36 fyri in.fo.
Her hevur fyrr verið skrivað, at Eli F. Nielsen er á veg aftur til B36. Hann átti í fjør stóran lut í meistaraheitinum hjá B36 í fjør. Hann hevur verið burtur í útbúgvingarørindum, men kemur nú heim at gera útbúgvingina lidna.
Høgni Madsen bleiv keyptur inn sum avloysari fyri Eli F. Nielsen, men er ikki longur í felagnum. Tí bendir alt á, at Eli F. Nielsen skal inn at røkja plássið á verjukenda miðvøllinum. Tað verður tó ikki fyri summarsteðgin í landskappingini.
- Hann verður tøkur til Champions League dystirnar, men tað merkir ikki at hann spælir longu tá, tí hann hevur ikki vant higartil í ár, sigur Jákup á Borg.
Talan verður um hálvtannað ára sáttmála. Eli F. Nielsen er 23 ára gamal og uppvaksin í 07 Vestur. Hann spældi við B36 í 2014 og 2015, tá árstalsfelagið vann FM.
B36 spælir sunnudagin móti KÍ í landskappingini. Tá verður Odmar Færø tøkur fyri B36.