West Ham hevur sett David Moyes sum nýggjan venjara í felagnum. Hann tekur við eftir Manuel Pellegrini, sum bleiv koyrdur eftir at West Ham tapti móti Leicester City í Premier League.
Sermerkt við setanini av David Moyes er, at hann var eisini venjari í felagnum frá novembur 2017 til mai 2018. Hartil er hann ikki ein av best umtóktu venjaranum, eftir at hann tók við eftir Sir Alex Ferguson í Manchester United í 2013.
Hetta er sjeynda venjarabroytingin í Premier League hetta kappingarárið. Watford hevur koyrt bæði Javi Garcia og Quique Sanchez Flores. Nú er Hayden Mullins fyribils venjari. Tottenham hevur koyrt Mauricio Pochettino og sett José Mourinho, og Arsenal hevur koyrt Unai Emery og sett Mikel Arteta, eftir at Fredrik Ljungberg var fyribils venjari. Og Everton hevur koyrt Marco Silva og sett Carlo Ancelotti. Her hevur Duncan Ferguson verið fyribils venjari.