Gamal kenningur er á B68 liðnum

Tríggjar broytingar eru á liðnum hjá Skála, sum í kvøld eigur heimavøll ímóti B68

Skála er á sjeynda plássi við 13 stigum, og B68 er á áttanda plássi við 10 stigum. Í kvøld hittast hesi bæði undir Mýruhjalla á Skála. Hetta er fyrsti dystur í 16. umfari, sum er tað síðsta undan summarsteðginum.

 

Pauli Poulsen hevur broytt liðið hjá Skála í trimum ódnum sammett við í síðsta umfari, tá ið tað endaði við 3-0 tapi í Gundadali ímóti B36.

 

 Nýggir á liðnum í kvøld er Markus J. Hellisdal, Marjus Nón og Dávid Johansen. Teir avloysa Teit Poulsen, sum ikki er á listanum, og Ara Ó. Ellingsgaard og Carlos Ferreira, sum sita á beinkinum.

 

Hjá B68 er Alex Mellemgaard nýggjur millum teir fyrstu ellivu. Hann spældi við B68 í fjør, men so gavst hann í vetur. Eftir at hava spælt við B36 í næstbestu deildini fyrr í ár, flutti hann fyri nøkrum vikum síðani aftur til B68. Hann hevur verið skaddur og tí ikki verið førur fyri at spæla, men nú er hann tøkur.

 

Fríggjakvøldið vann B68 1-0 á heimavølli ímóti HB. Umframt Alex Mellemgaard er Brian Jakobsen nýggjur á B68 liðnum. Teir avloysa Karstin Clementsen og Hanus Højgaard.

 

Tá ið B68 29. apríl var á Skála, endaði tað við 3-1 heimasigri.

 

 

 

Skála – B68 kl. 18.30

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Markus Hellisdal, Djóni Petersen – Marjus Nón, Nicola Dohn, Kristian Martin Jakobsen, Karl Martin Johansen, Dávid Johansen – Ragnar Skála

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Alex Mellemgaard – Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen, Bárður Ó. Jensen – Bartal Páll Klein, Brian Jakobsen, Andreas Pettersen