Treytaleys umbering komin frá NSÍ

NSÍ hevur sent Fótbóltssambandinum og Kára á Høvdanum eina treytaleysa umbering fyri rokið í sambandi við dystin í Runavík millum NSÍ og KÍ

– Vit ynskja við hesum skrivi at koma við eini treytaleysari umbering  til FSF og dómaran Kára J. á Høvdanum fyri hendingina við vøllin eftir loknan dyst millum NSI og KÍ.

 

Soleiðis skrivar NSÍ í skrivi til FSF. 

 

– Vit taka staðiliga frástøðu frá hesi hending , tó kunnu vit  í sama viðfangi fegnast um, at dómaravaktir okkara gjørdu sítt arbeiði til lítar.

 

– Slík hending má og skal ikki  koma fyri, og vilja vit gera okkara fyri at so er.

 

Víðari skrivar NSÍ, at í sambandi við landskappingardystin millum NSÍ og KÍ fríggjakvøldið 28. juni 2024 skal viðmerkjast, at:

 

• Formaðurin persónliga fór inn í dómararúmið eftir dystin og tók í hondina á dómaratoyminum og bað vegna felagið um umbering.

• Formaðurin fylgdi persónliga dómaranum trygt av økinum.

• Dómaravaktirnar stóðu uttan fyri dómararúmið, til dómaratoymið var farið av økinum.

• Ein skrivlig umbering frá starvsnevndini í NSÍ er send Fótbóltssambandi Føroya, ið hevur sent hana víðari til Kára á Høvdanum. (Hetta skriv sæst niðanfyri)

 

• Ítróttarstjórin í NSÍ, Eyðstein Skipanes, hevur persónliga biðið Kára á Høvdanum um

 

##med2##

 

NSÍ hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið, sum nú liggur hjá Fótbóltssambandinum til støðutakan.