Gamal kenningur skal venja Messi

MLS: Tað verður ein fyrrverandi venjari hjá Lionel Messi og FC Barcelona, sum skal venja MLS

Fótbóltsheimurin skal til at venja seg við nýggjar tíðir. Cristiano Ronaldo spælir nú í Saudiarabia og Lionel Messi skiftir til Inter Miami í USA.

 

Inter Miami hevur klárað seg avbera illa í MLS í hesum kappingarárinum, men nú er ætlan at fáa vend í. Fyrst bleiv Phil Neville koyrdur sum venjari og nú er Lionel Messi komin til, hóast tað ikki er alment enn.

 

Í dag boðar felagið frá, at Gerardo ‘Tata’ Martino er settur sum nýggjur venjari. Hann er fyrrverandi venjari hjá FC Barcelona, Argentina og Lionel Messi. Tað var í tíðarskeiðnum 2013 til 2016.

 

Gerardo ‘Tata’ Martino er ikki ókendur í MLS. Hann var venjari hjá Atalanta frá 2016 til 2018 og vann MLS. Tað ljóðar eisini, at Sergio Busquets og Jordi Alba, sum báðir eru givnir í FC Barcelona, skulu verða á veg til felagið.