Gamal kenningur í TB málinum

KÍ, sum í hesum døgum er ofta á heimavølli, fær í dag vitjan av TB, ið hevur nýggjan mann millum stólparnar

At tað sær ljóst út hjá lokala felagnum ber við sær, at fótbóltshugaðu klaksvíkingarnir og norðoyingarnir fjølgast uppaftur fleiri kring vøllin á Eiðinum. Annan hvítusunnudag vóru tað knappliga átta hundrað, sum rindaðu atgongimerki fyri at síggja KÍ vinna á HB.

Nú er tað stutt millum avbjóðingarnar á heimavølli, og tað er hugaligt, tá ið gongdin er, sum hon hevur verið nógvu tær seinastu ferðirnar.

 

Máltalvan hevur alla vikuna mint á 1-0 heimasigurin á HB, og tað, sum er eftir av hesum mánaðínum, eru tríggjar lyklauppgerðir á heimavølli: í dag ímóti TB í landskappingini og bæði hóskvøldið og  sunnudagin ímóti NSÍ – ávikavíst í hálvfinaluni í steypakappingini og í landskappingini.

-Hugburðurin er góður, og vit kenna tað sum góðan stuðul, at áhugin er so stórur. Vit eru sera tilvitaðir um, at um tað skal eydnast at varðveita góðu gongdina, so ræður tað um eyðmýkt og hart arbeiði, og tað ætla vit okkum at halda fram við, sigur KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen.

Súni Olsen og Mayowa Alli eru skaddir, og Ahmed Mujdragic er leikbannaður í dag aftrat.

 

Meðan KÍ ikki hevur tapt tíggju tær seinastu ferðirnar, so hevur pílurin víst hinvegin hjá TB, sum nú er í vanda fyri at detta niður um strikuna. TB miðvallarin Heini Mikal Mortensen ásannar, at støðan er ikki góð, men teir hava ikki mist mótið:

-Tað er neyðugt at vísa góðan hugburð og arbeiða hart fyri søkini. Tað gjørdu vit í seinna hálvleiki á Argjum, tá vit tíverri taptu tepurt. Tað er frá tí hálvleikinum, at vit skulu arbeiða víðari, sigur TB miðvallarin.

TB hevur tapt fýra ferðir við einum máli. Í fyrsta umfari var tað við Stórá ímóti KÍ, sum vann 1-0.

Liðformaðurin, Rógvi Joensen, er framvegis skaddur. Ídag fer TB at hava gamlan kenning millum stólparnar. Tað er Pedrag Markovic, sum avloysir Joslain Mayebi, ið av persónligum ávum er farin til hús. 39 ára gamli Pedrag Markovic vardi TB málið í 2005 og 2006 og aftur í 2013.