Gamal kenningur vil aftur í nevndina

Fýra valevni eru til tveir sessir í nevndini hjá Lærarafelagnum

Fýra limir eru uppstillaðir til nevndarvalið hjá Føroya Lærarfelag, sum verður um góðar tvær vikur.

 

Tveir nevndarlimir eru fyri valið. Teir eru Jacob Eli Olsen, sum í løtuni er næstformaður í felagnum, og Andrea á Rípuni, sum er kassameistari. Tey bæði vóru vald uttan mótvalevni á aðalfundinum í 2016. Jacob Eli Olsen kom í nevndina í 2015, tá Jónleif Johannesen legði allar nevndarsessir frá sær, tá hann bleiv valdur í løgtingið. Andrea á Rípuni bleiv vald í nevndina á aðalfundinum í 2014.

 

Nýggju mótvalevnini eru Anna Dalsgaard, sum stillar upp fyri fyrstu ferð, og Jákup av Skarði, sum hevur hug at sleppa aftur í nevndina. Hann hevur verið nevndarlimur í fleiri ár, men á aðalfundinum í fjør gjørdist hann ov stuttur. Nú ger hann so enn eina roynd.

 

Hini trý, sum manna nevndina eru Herálvur Jacobsen, formaður, Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Jona Højsted. Aðalfundurin verður 21. apríl.