Skúli
Nú verður arbeitt við at finna almanna- og heilsuskúlanum á Tvøroyri eina varandi loysn.
Og tað er nógv sum bendir á, at tað verður í gomlu heilsøluni hjá Poul Hansen á Tvøroyri, at skúlin fær eina varandi loysn.
Annars hevur verið frammi, at arbeitt varð við at flyta skúlan til Vágs, men tað avsannaði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum staðiliga í Sosialinum herfyri.
Hann segði, at tvørturímóti verður arbeitt við at finna skúlanum varandi høli á Tvøroyri. Hann segði eisini, at onkur høli vóru í kikaranum.
Og nú er greitt, at tey hølini, sum eru í kikaranum, er gamli heilsølubygningurin hjá Poul Hansen, sum standa í natúruvøkrum og friðaligum umhvørvi heilt niðri við sjóvarmálan á Hvítanesi á Tvøroyri.
Í Býarætlanini hjá Tvøroyrar Kommunu er økið lagt av til havnir og ídnað.
Men á býráðsfundi herfyri, samtykti býráðið at broyta byggiætlanina so at økið hereftir verður sett av til almenn endamál.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at tað er alneyðugt hjá skúlanum at fáa nýggj høli.
Skúlin hevur so lítil høli, at hann hevur ikki kunnað hvat tað virksemi, sum ætlanin var.Higartil hevur hann bara uppskúla heimahjálpir, men næsta summar skal hann eisini taka næmingar inn til tað fullu almanna- og heilsuútbúgvingina.
? Tá verða einir 80 næmingar í skúlanum ávísar tíðir og ongantíð minni enn 40 næmingar , sigur borgarstjórin.
Hann sigur, at tað verður ongin møguleiki at húsa so nógvum næmingum í teimum lítlu húsunum, sum skúlin nú hevur.
Skúlin heldur nú til í gomlu lærarahúsunum á Tvøroyri, men hevur eisini verið noyddur at fáa høli frá kommunuskúlanum fyri at nøkta tørvin, men tað er ólagaligt at arbeiða í fleiri húsum.
Samstundis er greitt, at mentamálaráðið hevur ongar ætlanir um at byggja nýggjan skúla, tí hann er ikki á nakrari langttíðar byggiætlan hjá landinum.
Sostatt er einasti útvegur at finna okkurt egnað hús, sum kann byggjast um til at verða almanna- og heilsuskúli.
Kristin Michelsen sigur, at umboð fyri mentamálaráðið og skúlan hava hugt eftir heilsølubygninginum saman við Landsarkitektinum og tey halda, at húsið nøktar allan tørvin hjá skúlanum, men tað skal nakað væl av umbygging til.
Nú verður so bíðað eftir eini endaligari avgerð frá mentamálaráðnum.
Øki til næmingaíbúðir
Umframt at broyta byggisamstyktina fyri økið, har gamla heilsølan stendur, hevur býráðið eisini broytt byggisamtyktina fyri Tangatrøðina, tey nevna, sum er heilt tætt við.
Trøðin hevur verið sett av til sethús, men nú verður hon eisini sett av til almenn endamál.
?Tað er við tí í hyggju, at tað skal bera til at byggja bústaðir til næmingar, sum ganga á almanna- og heilsuskúlanum.
?Býráðið hevur hevur boðað almennu myndugleikunum frá, at staðfesta teir skúlan á Tvøroyri, er kommunan sinnað at lata grundstykki til ein sjálvsognarstovn at húsa næmingum í.