Gamlar landsliðskempur við nógvum rósum

(Ljóðsamrøður) Hoyr tað, sum gamlar landsliðskempur, panelið og FSF-aðalskrivarin søgdu á Rás2 her

Rás2 lat ikki sensasjónina fara framvið uttan at gera nógv burturúr. Aftaná Tróndur Arge hevði havt nøkur minnilig prát úr Athen ringdu vit runt til gamlar landsliðskempur, limir í fótbóltspanelinum hjá Rás2, og vit ringdu eisini til aðalskrivaran í FSF, Virgar Hvidbro.

 

Og tað fullu nógvar rósur og nógv góð orð til landsliðið, aftaná sensasjónina.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum André Olsen, Símun Samuelsen, Teitur Joensen, Òlavur Larsen, Magnus Jørmundson, Høgni Madsen, Virgar Hvidbro og Jákup á Borg søgdu í beinleiðis sending á Rás2. 

 

Tíverri sløknaði backup-kervið á midnátt, so prátið, sum var gjørt við Súna Olsen beint eftir midnatt er tíverri ikki tøkt.