Nummarplátan er A-278, sum kundi bent á, at bilurin er frá krígsárunum. Kennist onkur við myndirnar, ella við mannin á myndini, so sigið vinarliga frá (tel 11820 lokal 14).
Sandavágsfólk fingu fyrr í summar stásiliga lastbilin frá krígnum, sum Karl Simonsen átti, aftur til bygdina - umvældan, so hann sær út sum nýggjur. Hava fólk aðrar myndir av akførum frá krígnum, so hevur hetta eisini áhuga.