Gamli Skúli í Hvannasundi verður kaffistova

Ætlanin eisini er at selja heimavirkaðar vørur

Hósdagin letur nýggj kaffistova upp í gamla skúlanum í Hvannasundi, og ætlanin eisini er at selja heimavirkaðar vørur.

 

 

Í kvøld hevði áhugafelaið Gamli Skúli í Hvannasundi kunnandi fund fyri tey, ið ynskja at selja heimavirkaðar vørur á kaffistovuni, og áhugin var stórur, sigur Hallgerð Akurstein, ið er ein av teimum, sum stendur á odda fyri verkætlanin. 

 

 

- Onkur hevði nógvar heimavirkaðar vørur klárar, og so vænti eg at tað legst afturat hósdagin, sigur hon. 

 

 

Hon greiðir frá, at tey vildu ynskt, at tað hevði borið til, at selt heimabakaðar køkur, tí hetta serliga er lokkandi fyri ferðafók, men sum nú er er einans loyvi at selja mat, sum er gjørdur í løggildum virki.

 

 

- Heimablídni er ein møguleiki, men tá skal maturin serverast í køkinum ella stovuni í húsinum, har hann er gjørdur, sigur hon.

 

 

Gamli Skúli í Hvannasundi letur upp sum kaffistova hósdagin, og royndarkoyrt verður fram til 1. oktober. Opið verður allar dagar frá klokkan 13.30 til 17.30.