Gamli skúlin setast í stand

Í hesum døgum kemur faldari í hvørt hús í Porkeri. Tað er Porkeris Fornminnafelag, ið sendir út faldaran. Nógv virksemi hevur verið í felagnum seinstu árini og felagið hevur millum annað tikið stig til at seta gamla skúlan í Porkeri í stand. Skúlin er gamal og krevur ábøtur.

Dagfinn Olsen



Takið er skift

Í faldaranum stendur millum annað, at felagið hevur ætlanir um at taka nakrar leygardagar í vetur, har skipað verður fyri óløntum. sjálvbodnum arbeiði til ymiskt fyrifallandi.

Ætlanin er t.d. at skifta gólv og at klæða veggirnar av nýggjum. Ætlanin er ikki at broyta innrættingina niðriundir, har gomlu skúlastovurnar eru.

Sum faldarin sigur, so er takið á gamla skúlanum skift og er nú tætt. Arbeiðið, saman við ymiskum øðrum tilfari til umbyggingina, so sum gólv- og veggjaplátur og nýggjur sentralhitaketil, hevur kostað einar 160.000 krónur og alt er goldið higartil.


Fornminnisfelagið frammaliga

Felagið hevur havt nógv tiltøk seinnu árini. Millum annað var felagið millum tey fyrstu, ið nýttu telduforrit til bingospæl. Teldan rópti sjálv tølini upp og dróg eisini tølini.

Heta og onur tiltøk hava verið væl vitjað og stuðlað. Nú er ætlanin at fara undir aftur tiltøk. 28. november verður tombola í skúlanum og eru øll vælkomin at lata okkurt til hetta. Nógv hevur verið gjørt burturúr bingospæli, men steðgað verður nú við tí eina tíð.

Fornminnafelagið hevur latið gera jólamerki at seta á jólapostin og hesi eru enn at fáa.


Arbeiðsdagarnir

Tey, ið ætla at luttaka í arbeiðinum at seta í stand gamla skúlan, verða biðin at hava amboð. Byrjað verður klokkan 10 og kl. 12 er døgurðasteðgur.. Klokkan 13 verður aftur farið til verka og hildið verður fram so leingi áhugi er.

Dentur verður lagdur á, at hvør einstakur avgerð nær og um hann hevur tíð at koma og ongun nýtist at kenna seg noyddan koma hvønn arbeiðsdag. Skrá er fyri arbeiðsleygardagarnar í vetrarhálvun frá leygardegi 14. november 1998 til leygardagin 27. mars 1999, Henda stendur á faldaranum og kemur sostatt í hvørt hús í bygdini.