Gandakelling úr Skúvoy á mentanarnátt í Fylking

Hetta er ein einrøðuleikur, sum verður vístur í Fylking á mentanarnáttini á Tvøroyri

- Á Mentanarnáttini borðreiða vit í ár við nøkrum heilt nýggjum, sum vit áður ikki hava roynt. Dugnaliga sjónleikarinnan, Gunnvá Zachariasen, hevur játtað at koma suður við einrøðuleikinum - Gandakellingin úr Skúvoy - sum hon og Ria Tórgarð hava staðið fyri.

 

Hetta siga tey í Tvøroyrar kommunu, og her verður lagt aftrat, at leikurin hevði frumframførslu til Listaleypin í februar í ár, og er hetta tí ein heilt nýggjur leikur.

 

- Hugnaliga Fylking í Valarabrekkuni verður karmur um einrøðuleikin við hesum heldur óhugnaliga heiti.

 

- Tvær sýningar verða, ein hóskvøldið hin 28. mai klokkan 20, og ein fríggjakvøldið hin 29. mai klokkan 21.

 

“Frásagnirnar um heksina úr Skúgvi vórðu fortaldar við undran um alt landið”, skrivar fólkalívsfrøðingurin Eyðun Andreassen í síni grein um Sáru Malenu í tíðarritinum Brá (1984).

 

- Avmarkað atgongd er í Fylking, sum til høvið hevur dempaða ljósuppsetan til hesa forkunnuga løtu. Tað snýr seg tí um at møta upp í góðari tíð. 

 

Meira um søguna aftanfyri leikin kann lesast á www.tvk.fo

 

Hugskot og konsept: Gunnvá Zachariasen.

 

Leikstjórn: Ria Tórgarð

Leikari: Gunnvá Zachariasen

Leikrit: Kellingarnar báðar, Gunnvá og  Ria, við íblástri frá keldum frá Eyðun Andreassen K. O. Viderø, Skúvoyarsøgu og Sólrun Michelsen og øðrum heimildarfólkum.

Framleiðsla: TVAZZ í samstarvi við Teatur Grugg