Gandur í luftini á Tórsfest

Ein nostalgisk hittparada verður á Tórsfest, tá Halberg & Friends koma at framføra. Oddamaðurin Poul Halberg hevur í 45 ár verið partur av danska tónleikapallinum, og nú sleppa vit at njóta hansara tónlistarligu góðskubitar tann 20. juli í gongugøtuni í Havn.

Hann var oddamaður í bólkinum Halberg Larsen og ein av stovnarunum í dansku poppmaskinuni RayDeeOhh. Saman við bólkunum skrivaði og framleiddi Poul Halberg nøkur av teimum allarstørstu hittinum í 80unum.

##med2##

Løgini ”Magi i luften”, "Jeg vil lade lyset brænde” og ”Mandags stævnemøde” eru bara nøkur av løgunum, sum vórðu tráspæld í Danmark og í Føroyum.

Seinastu seks árini hevur Poul Halberg framført undir flagginum Halberg & Friends, og eru framførslurnar hjá bólkinum sera vælumtóktar. Sostatt er lagt upp til eina røð av afturlítandi hittum tá vælsmurda tónleikamaskinan Halberg & Friends trína á pallin á Tórsfest.

##med3##

Frammanundan er longu greitt at tungu dreingirnir úr Suspekt og rokklegendan úr Twisted Sister, Dee Snider fara at framføra á Okkara Tórsfest 2019.