Leygardagin verða nýggi gangi- og renniteinarnir í Vági tiknir í nýtslu, tá rørslu-átakið “Gangið og rennið í Vági” er á skránni.
Vágs kommuna hevur í samband við økta foksuið á rørslu gjørt gangi- og renniteinar í Vági. Talan er um seks teinar í trimum torleika stigum: Lættir teinar, miðal teinar, og krevjandi teinar.
Løttu / grønu teinarnir eru teinar eftir sløttum, sum eru lutfalsliga stuttir. Miðal / gulu teinarnir eru nakað longri við nakað av mótbrekku. Og teir krevjandi / reyðu teinarnir eru við nógvari mótbrekku og ein av teinunum er eisini væl longri enn hinir teinarnir.
Renniteinarnir eru teknaðir inn á kort, har bæði longd og hæddarmunur (lægsta og hægsta punkt) eru skrásett. Kortið verður hongt upp vesturi á Sandinum í Vági, við norðaru inngongd til lundina á Sandinum, har allir teinarnir eisini byrja. Kortið er eisini teldutøkt á heimasíðuni hjá Vágs kommunu.
Leygardagin 18. oktober kl. 11 verður rørsluátak Gangið og Rennið í Vági, har øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, eisini fólk aðrastaðni úr Suðuroynni og norðanífrá, sktivar heimasíðan hjá Vágs Kommunu millum annað.