Uppgávan til Lindu Laksáfoss var hesaferð at skapa eitt hugnaligt kamar til 16 ára gomlu dóttrina í húsinum. Hon hevði tørv á meira plássi, tí hon ofta hevur vitjan av nógvum vinfólkum, og teimum dáma væl at sita og hugna sær við tónleiki og pizza. Linda Laksáfoss sigur, at hennara uppgáva í roynd og veru bert var at innrætta kamarið, tí familjan hevði longu isolerað, lagt gólv á og sett veggir á. Og pápin hevði sett lítla tekøkin upp í gassbeton, so dótturin ikki nýtist at fara heilt upp í køkin, tá hon skal fáa sær ein vatnsopa.
Linda valdi at býta kamarið sundur í tvey, so annar parturin bleiv sovikamar og hin ein lítil stova. Inni í sovipartinum bleiv eisini pláss fyri einum lítlum arbeiðsborði til telduna. Enn einaferð valdi Linda at mála alt hvítt, men at bróta sundur við litføgrum lutum, sum kunnu skiftast út í hesum førinum pútum og stearinljósum. Svart/hvíti mynstrutti banin á vegginum er úr toyið, sum er heft upp á veggin við heftiklemmum og innbúgvið bílegði Linda úr Ikea.
Linda Laksáfoss er at hitta á 757324.