Garnaskipið Thor skiftir alt maskinaríið út

- Thor minkar um oljuna frá skrúvuni við 100 prosentum, sigur reiðarin, Hans Andrias Kelduberg.

 

Alt maskinaríið á garnaskipinum Thor verður í løtuni skift út. Tað er Símun Pauli Berg, tekniskur leiðari fyri fiskiskipini hjá Thor-samtakinum, ið stendur fyri arbeiðnum, sum hevur verið gjørt á Oyri.

Nú stendur skipið á skipasmiðuni hjá Mest, har Thor eisini fær nýggja skrúvu.

- Nýggja skrúvan er ikki oljustýrd við umstýring, men melur hvør sín veg - ávikavist við framdrift og afturdrift. Hetta er triðja skipið hjá okkum, sum fær hetta gjørt.

Tað sigur reiðarin, Hans Andrias Kelduberg, sum vísir á, at bæði Norðheim og Varðborg frammanundan eisini hava hesar skrúvur, sum eru gjørdar í samráð við reiðarríið.

##med2##

- Av tí, at eingin umstýring er, er heldur eingin olja á umstýringini. Harvið er vandin fyri oljuleka burtur. Umframt hetta dálka nýggju motorarnir hjá Thor munandi minni og spara nógva olju, sigur hann.

Ætlanin er, at Thor skal verða liðugur á skipasmiðjuni í komandi viku. Síðan fer skipið til Danmarkar til sandblásingar, har tað verður málað bæði innan og uttan.

Reiðarin væntar, at Thor fer aftur til fiskiskap í juli, har teir fara at fiska svartkalva við gørnum. Skiparar eru Petur Gilbert Gulaksen úr Fugloy og Suni Clementsen úr Húsavík.

##med3##

Sum heild hevur gongdin hjá Thor-samtakinum verið góð, og samtaksroknskapurin hjá samtakinum gav í fjør eitt avlop á 15 miljónir krónur.

- Jú, eg eri hampiliga væl nøgdur hóast truplu umstøðurnar, bæði í frálandavinnuni og fiskivinnuni, sigur Hans Andrias Kelduberg.