Tað vóru dagar, tá ið summarstevnurnar kring landið mest sum vóru friðaðar og livdu sítt egna lív, men soleiðis er ikki longur. Nú er vanligt, at onnur tiltøk verða hildin kring landið, tá ið gomlu summarstevnurnar verða hildnar, og í ár verður tað gróthørð kapping um jóansøku-vikuskiftið.
Neyvan nakrantíð áður hava so nógv stórt tónleikatiltøk verið á skránni í Føroyum somu dagar, sum í døgunum 24. og 25. juni.
Jóansøkan verður hildin á Tvøroyri fyri 80. ferð, men jubileums-stevnan fær av álvara kapping frá øðrum stórum tiltøkum aðrastaðni í landinum.
Sandoyingar hava boðað frá, at teir ætla sær at gera ein nýggjan tónleikafestival júst hetta vikuskiftið, og tað fekk suðuroyingar at svara aftur við enn einum nýggjum tónleikafestivali, sum skal haldast á jóansøku. Harvið koma tveir nýggir festivalar at kappast um fólk á jóansøku.
Óvanliga nógv annað
Men tað eru ikki bara sandoyingar og suðuroyingar, sum ætla sær at savna fólk seinasta vikuskiftið í juni. Fleiri onnur tiltøk verða á skránni.
Amerikansku gospelsangararnir Russ Taff og Lynda Randle vitja í Føroyum júst tá, og tey skulu hava tríggjar konsertir sama vikuskiftið. Konsertirnar verða í Skálabotni, Havn og í Klaksvík, og nógv verður gjørt burtur úr hesum konsertum, sum verða hildnar bara fáar dagar eftir, at ein annar amerikanskur gospelsangari, Jesse Dixon, hevur havt konsert í Runavík.
Fríggjakvøldið 24. juni verður seinasta innleiðandi umfarið í Nósabarnaprixnum hildið í Fuglafirði.
Leygarkvøldið 25. juni verður finalan í kappingini Ársins Songrødd í Fugalfirði, og serliga ungfólk plaga at hava stóran áhuga fyri hesari kapping.
Og í Klaksvík skal ein Beatles-kopibólkur úr Onglandi hava konsert á jóansøku.
Hetta er tað, sum er komið fram higartil um stór tiltøk, sum skulu verða vikuskiftið 24. og 25. juni, men um áhugin ikki er til tónleik, so ber millum annað til at fara á stóru fótbóltsskúlarnar hjá FSF, sum eisini verða hildnir tá.
Onkur fær tað trupult
Finn Jensen hevur skipað fyri nógvum stórum tiltøkum í Føroyum, og hann heldur, at føroyingar hava mest sum lopið fram av við øllum tiltøkunum sama vikuskiftið.
? Hatta er garvilt, og tað er stórur vandi fyri, at onkur fer at brenna seg. Og tað kostar at brenna seg, sigur Finn Jensen, sum er lærari á Handilsskúlanum í Havn.
? Tað tykist sum føroyingar ríða á einari bylgju við stórum tónleikatiltøkum, og tiltøkini gerast bara fleiri og fleiri í tali. Soleiðis var eisini einaferð við pylsuvognum í miðbýnum í Havn, men tað gekk ikki hjá øllum.
Finn Jensen heldur, at føroyski marknaðurin er so avmarkaður, at tað ber illa til at hava so nógv stór tiltøk í landinum sama vikuskiftið.
? Tú kanst byrja við, at tað kanska eru góð 50.000 fólk í landinum síðst í juni. Síðani kanst tú taka øll tey burtur av, sum als ikki fara til nakað, og síðani kanst tú dividera tey við øllum tiltøkunum, sum skulu vera. Onkur fer at fáa trupulleikar við at savna fólk hatta vikuskiftið.
? Tað ber illa til at venda peikifingurin ímóti nøkrum ávísum fyriskiparum, tí øll hava fyrireikað seg hvør í sínum lagi, og tí eru so nógv tiltøk komin at liggja samstundis. Men hetta eru nýggjar tíðir, og nú fara summarstevnurnar at fáa tað trupult, tí festivalar og onnur tiltøk fara at kappast við tær, sigur Finn Jensen.
- - - - -
Tiltøkini
Hesi tónleikatiltøk eru á skránni í døgunum frá 21. til 25. juni
? Amerikanski gospelsangarin Jesse Dixon hevur konsert í Runavík
? Innleiðandi umfar í Nósabarnaprixnum verður í Fuglafirði
? Finalan í Ársins Songrødd verður í Fuglafirði
? Beatles-kopibólkur spælir í Klaksvík
? Jóansøkufestivalurin verður hildin á Tvøroyri fyri fyrstu ferð
? Tónleikafestivalur verður hildin í Sandoynni fyri fyrstu ferð
? Amerikansku gospelsangararnir Russ Taff og Lynda Randle hava konsertir í Havn, Klaksvík og Skálabotni