Tíðindastovan Bloomberg hevur nú almannakunngjørt sín árliga lista við heimsins ríkastu fólkum. Og nakrar broytingar eru farnar fram á listanum seinasta árið.
Eitt nú er Microsoft-stovnarin Bill Gates aftur á einum fyrstaplássið fyri fyrstu ferð síðani 2007, meðan meksikanarin Carlos Slim, ið er telemilliarderur, er farin á næstovasta plássið, eftir at hava sitið á ovastu rók síðani 2008. Tó eru tað bert fáar milliónir dollarar, sum nú gera munin millum Gates og Slim.
Ein onnur broyting á ársins lista fyri vælhavandi fólk er, at ein kvinna er komin í topp-10, men hon hevur tó arvað peningin frá manni sínum.
Í fjør var ein svenskari at finna á 8. plássi, nevnliga H&M-magnaturin Stefan Persson. Í ár er hann farin heilt niður á eitt 20. pláss. Harafturímóti er Ingvar Kamprad frá Ikea komin heilt upp á eitt fimtapláss.
Heimsins ríkastu fólk eru nú hesi:
1. Bill Gates - 72,7 mia. $ - 420 mia. kr.
2. Carlos Slim - 72,1 mia. $ - 417 mia. kr.
3. Warren Buffett - 59,6 mia. $ - 345 mia. kr.
4. Amancio Ortega - 56 mia. $ - 324 mia. kr.
5. Ingvar Kamprad - 55,5 mia. $ - 321 mia. kr.
6. Charles Koch - 45,2 mia. $ - 231.5 mia. kr.
7. David Koch - 45,2 mia. $ - 231.5 mia. kr.
8. Larry Ellison - 41,6 mia. $ - 241 mia. kr.
9. Christy Walton - 37,9 mia. $ - 219 mia. kr.
10. Jim Walton 36,1 mia. $ - 209 mia. kr.