Tað var ein heldur margháttilig hending í dystinum ímillum Vitesse og Twente í Hollandi í gjár, tá ið dómarin, Jochem Kamphuis, fekk gula kortið frá einum av spælarunum.
Dómarin, Jochem Kamphuis, kom í eini støðu ov tætt spælinum, og tað endaði við, at hann datt. Navarone Foor hjá Vitesse valdi at taka gula kortið frá dómaranum og vísa honum tað fyri tað, ið fólk kalla fyri 'sjónleik'.
Dysturin endaði 5-0 til Vitesse, og tíbetur dugdi dómarin at síggja tað skemtiliga í margháttiligu støðuni og lat tað fara aftur við borðinum, at Navarone Foor tók gula kortið frá honum.
Støðan sæst á sjónbandinum omanfyri.