Gavst við dulnevndum lesarabrøvum á Fjúrtanda og Dagblaðnum

Árni Gregersen vil gera Dimmalætting betri, men hann dylur ikki fyri, at familjan var í huganum, tá hann tók av tilboðnum at gerast blaðstjóri. Hann vil tó ikki avdúka, hvussu hetta kemur at merkja Dimmalætting, og hann vil ikki avvísa, at hann fer at sleppa teimum dulnevndu lesarabrøvunum

FJØLMIÐLAR




Árni Gregersen tekur við blaðstjórasessinum á Dimmalætting 1. apríl. Spurdur, hví hann nú leitar aftur á slóðina, sigur Árni Gregersen, at bæði børnini og abbasonurin búgva í Føroyum.
- Eg fekk eitt gott tilboð frá nevndini á Dimmalætting, leggur Árni Gregersen afturat og avdúkar, at Dimmalætting ringdi til sín og bjóðaði honum starvið.
Hann vil tó ikki avdúka, um broytingar fara at henda á blaðnum.
- Dimmalætting er eitt gott blað og skal gerast betri, sigur komandi blaðstjórin.
Í 1997 gavst Sosialurin við at prenta dulnevnd lesarabrøv. Spurdur, um hann sum ábyrgdarblaðstjóri fer at krevja, at fólk seta sítt undir innsent tilfar til Dimmalætting, sigur Árni Gregersen, at hann ikki hevur tikið endaliga støðu til hetta hann.
- Men eg lukkaði niður fyri teimum dulnevndu lesarabrøvunum, tá eg var á Fjurtanda og Dagblaðnum, og so kann man leggja í tað, sum man vil, sigur Árni Gregersen, sum ikki tykist at vilja avdúka ov nógv, áðrenn hann hevur tosað við starvsfólkið á Dimmalætting.
Tá søkt varð eftir eftir nýggjum sjónvarpsstjóra fyri nøkrum árum síðani, fall valið í fyrstu syftu á Árna Gregersen, sum søkti starvið. Hann tók tó ikki av, tí eingir pengar vóru at arbeiða við í Sjónvarpinum, sum hann málber seg, og tí helt hann ta ferðina fram á TV2 á Bornholm, har hann hevur verið varastjóri og redaktiónssekreterur seinastu 12 árini.


MYNDATEKSTUR

Árni Gregersen skal stjórna Dimmu frá 1. apríl