Risastóra russiska gassfyritøkan Gazprom hevur nú lagt út á sína heimasíðu og samtíðis sent út tíðindaskriv til altjóða miðlaheimin tíðindini um vitjanina hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í Moskva í farnu viku. Undir yvirskriftini »Meeting between Gazprom-deputy Aleksander Medvedev and Faroe Minister Johan Dahl« verður greitt frá vitjanini. Har stendur, at mikudagin varð høvuðsborgin hjá hjá Gazprome karmurin um ein arbeiðsfund millum Alexander Medvedev, stjóra og Johan Dahl, handils- og vinnumálaráðharri Føroya.
Partarnir umrøddu samstarvsmøguleikar fyri Gazprome og Føroyar á orkuøkinum og nevndu mest áhugaverdu økini fyri einum samstarvi. Serstakur áhugu varð vístur møguleikunum fyri at fara undir eitt samstarv á olju og gassøkinum millum Gazprom og danska Dong Energy. Umframt hetta varð eisini tosað um møguleikarnar fyri samstarvi millum deildir hjá Gazprome og føroska Føroya Tele, á samskiftisøkinum. Tíðindini um vitjanina finnast ma. á heimasíðuni russia-media.ru.
Tann parturin av tíðindaskrivinum, sum snýr seg um samstarv millum Gazprom og Dong, hevur fingið danska miðlar at taka málið upp. Dong vísir í samrøðu við danska blaðið Børsen aftur tíðindunum um, at ítøkiligar ætlanir eru um gass og oljusamstarv millum Gazprom og Dong á føroyska landgrunninum. Tíðindini um hetta samstarv hava skapt ikki sørt av undran hjá Dong, sum við Børsen sigur, at fyritøkan hevur ongar ætlanir um felags útvinning av olju og gassi saman við Gazprom í Føroyum.