Gazza vildi hjálpa drápsmanni

Tað varð ein heilt óverulig løta í lítlu ensku bygdini, Rothbury, í gjárkvøldið, tá ið Løgreglan hevði trongt drápsmannin, Raoul Moat upp í ein krók ? og fyrrverandi enski stórleikarin í fótbólti, Paul Gascoigne, brádliga troppaði og bjóðaði sær at hjálpa. Tað siga fólk á eygnavitni við enskar fjølmiðlar í dag.

Sum vit hava fortalt longur niðri á Portalinum hevði løgreglan jagstrað Moat í fleiri dagar, eftir at hann hevði skotið ein politist, umframt fyrrverandi unnustu sína og núverandi unnustu hennara. Politisturin og fyrrverandi unnustan sluppu við lívinum, men hon er illa særd.

Men eftir at verða jagstraður í fleiri dagar, varð hann at enda trongdur upp í ein krók í Rothbury uppi í landnyrðingsonglandi, stutt frá skotska markinum.

Nógvir áskoðarar vóru komnir at forvitnast, tá ið ein hýruvognur úr Newcastle steðgaði við løgreglubyrginina og út trein eingin annar enn Paul Gascoigne.

Hann segði, at hann hevði ymiskt við til Moat, sum hann segði at hann kendi væl. Hann hevði ølblikk, slåbrokk, fartelefon og høsnarunga við til drápsmannin.

Gazza, sum tóktist ávirkaður av rúsdrekka, ivaðist ikki í, at hann hevði klárað at sissa Moat og so skuldi teir báðir seta seg við áarbakkan við tráðuni og í friði og náum hevði hann so fingið Moat at geva seg yvir. Sjálvur er Gascoigne íðin stuttleikafiskari og hann plagar javnan at vera í Rothbury og fiska.

Men løgreglan vildi sjálvandi ikki sleppa Gazza inn til Moat, so hann noyddist avstað aftur sum av tórvheiðum.