Gekk avbera væl

Føroysk matstova lat fyri fyrstu ferð upp í Íslandi í gjár

Angus Steakhouse er eftirhondini blivin ein sera vælumtókt matstova. Matstovan lat upp fyri fyrstu ferð í oktobur í fjør, og heldur til í Havnargøtu beint við Skansan í Havn.

 

 

Tað eru Rúni Djurhuus, Tóki Skeel Nolsøe og Petur Slyne, sum eiga matstovuna. Nú hava eigararnir av Angus Steakhouse eisini latið upp í Íslandi.

 

 

In.fo hevur tosað við Rúna Djurhuus, sum er ein av eigarunum av Angus steakhouse.

 

 

-Matstovan í Íslandi eitur Taurus Steakhouse og ikki Angus Steakhouse, sigur hann. Vit brúka tó sama logo, sum Angus Steakhouse hevur, og matstovurnar hava sama samleika.

 

 

-Áðrenn matstovan opnar ordiligt, hava vit eina royndarviku. Í gjár royndaropnaðu vit matstovuna fyri fyrstu ferð, og tað eydnaðist heilt avbera væl. Nógv fólk vóru og vitjaðu, og tey vóru glað. Í vikuskiftinum og fyrst í næstu viku halda vit á fram við at hava royndaropið. Seinni í næstu viku lata vit upp ordiliga.

 

 

-Matstovan liggur væl fyri í Íslandi. Hon liggur í Reykjavík, 2 km burturfrá miðbýnum, og beint við Hilton. Eg haldi hetta er sera spennandi, og gleði meg at síggja, hvussu tað kemur at gangast hjá Taurus Steakhouse Reykjavík í framtíðini, endar Rúni Djurhuus.