Gekk leysur í eina viku

Framdi innbrot eina viku eftir, at hann varð dømdur fyri annað innbrot

20. juni brutu tveir ungir menn inn í heilsøluna hjá Okkara. Teir vóru tiknir av løgregluni sama kvøld og annar teirra var varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

 

Í dag var varðhaldsfongslingin úti, og maðurin var fyri dómaranum aftur, fyri at taka støðu til, um varðhaldsfongslingin skuldi leingjast ella ikki.

 

Ákærdi hevði í dag broytt frágreiðing. Tá hann varð tikin, segði hann seg ikki hava brotið inn, men at hann visti hvør hevði gjørt tað. Hann kendi heldur einki til betongstøv og annað, ið løgreglan fann á troyggju hansara, ið teir mettu stavaðu frá Okkara. Í dag játtaði hann seg tó sekan, og segði seg hava framt innbrotið, saman við hinum ákærda, ið eisini hevur játtað seg sekan.

 

Ákærin vildi leingja varðhaldsfongslingina fram til málið skal fyri rættin. Ákærin óttaðist, at viðkomandi skal ávirka løgregluarbeiðið, vitni og hin ákærda, og vísti til, at í tílíkum førum er vanligt, at varðhaldsfongslingin varar fram til dómur er fallin.

 

Ákærin metti eisini, at vandin fyri endurtøku er serliga stórur. Ákærin vísti til, at hetta seinasta innbrotið í Okkara, varð framt einans eina viku eftir, at sami maður var dømdur fyri fleiri onnur lógarbrot, millum annað eitt annað innbrot hjá Okkara.

 

Verjin vildi hinvegin enda varðhaldsfongslingina í dag, við einum ynski um, at ákærdi slapp beinleiðis inn at sita tann fyrra dómin. Á henda hátt, vildi eingin vandi verið fyri hvørki ávirkan á hetta málið ella fyri endurtøku.

 

Dómarin valdi at leingja varðhaldsfongslingina. Dómarin segði seg ikki kunna taka atlit til ynski um at sleppa inn at sita fyri hin dómin beinanvegin, og greiddi frá, at tað tí, í hansara eygum, var eitt val millum at leingja varðhaldsfongslingina ella at seta mannin frían. Havandi í huga, at hetta innbrotið var framt einans eina viku eftir seinasta dóm, var dómarin samdur við ákæranum í, at vandin fyri endurtøku varð serliga stórur.

 

Ákærdi verður tí sitandi í varðhaldi inn til rættarmálið byrjar 6. august.