Gekk sær kátur upp um heyg...

Tinghellan
Mikudagskronikkin

Fólkaheilsan hongur saman við nógvum liðum av samfelagnum: ein áheitan á politikkarar og embætismenn um at taka fólkaheilsu og lívsvirði við í øllum ætlanum, ið gjørdar vera.

Henda greinin snýr seg um ymsar trupulleikar, sum nógv helst ikki halda hava við hvønn annan at gera. Men les kortini og døm aftaná!

Tað var gott at hoyra um nýggju ætlaninar hjá landsstýrismanninum í heilsumálum, Hans Paula Strøm, at bøta um fólkaheilsuna. Hetta varð kallað ?Føroyska Fólkaheilsuætlanin 2005-15?, og sambært henni skulu øll føroysk skúlabørn fáa ókeypis mjólk og frukt í skúlanum longu frá 1. januar.
Ætlanin er sera positiv og vónandi verður hon í framtíðini víðkað til skúlamat eins og í øðrum Norðurlondum við tilhoyrandi betri innlæringsevnum og minni stressaðum familjulívi.

Hetta er ein góð byrjan, men í hesum mugu vit ikki gloyma, at tað ringasta fyri fólkaheilsuna tó er royking og vantandi rørsla. Ikki vantandi ítróttur hjá ungum fólkum, men rørsla hvønn dag - alt lívið ígjøgnum.
Á sama hátt sum skúlamatur skal takast við í ætlanina fyri betri fólkaheilsu, so skal ferðsluplanlegging eisini. Fólkaheilsan eigur snøgt sagt at hugsast við í øllum liðum av samfelagsinnrættingini.

Sambært Sundhedsstyrelsen røra 20-30 % av fólkum seg so lítið, at tað er skaðiligt fyri heilsuna. Ongin orsøk er til at halda, at føroyingar røra seg meira enn fólk í øðrum londum, kanska heldur minni. Tað er næstan sum um føroyingar ofta ?koyra bil? sum frítíðarítriv.
Føroyingar ganga og súkkla lítið og onki - eru beindovnir. Gamaní, brekkur eru, so tað kann vera tungt at súkkla, men avstandurin er sjáldan longri enn tað ber til at ganga.
Tað, ið munar mest, er at gera tað gjørligt at klára seg uttan at eiga ein bil. Tá ein bilur er tøkur, vera beinini nærum ongantíð brúkt sum flutningstól. Sjálvt smáørindi kunnu ikki longur klárast til gongu, tí tað vindur upp á seg - hetta við ikki at kunna ganga frá stað til stað.

Hvat kann gerast?

Til ber at gera tiltøk, sum ikki kosta annað enn planlegging, fyri at fáa fleiri fólk at ganga. Tá er tað aftur týdningarmikið at byrjast skal á ungum árum.

Líkasum børnini skulu læra at eta sunt, so skulu tey eisini læra at brúka beinini sum flutningstól so tíðliga sum gjørligt. Tað er tíverri soleiðis, at tey flestu, sum ikki hava bil, kortini fáa sær bil, tá tey fáa børn - og sleppa sær síðan ongantíð av við hann aftur. Hin vegin verða fólk, sum liva sín barn- og ungdóm uttan bil, ongantíð líka bundin av bilinum.

Tey, sum klára seg uttan bil, vita eisini, hvussu skjótt man venur seg við bilin. Tey flestu hava í styttri tíðarskeið havt bil og halda skjótt, at tað verður ómøguligt at klára seg uttan. Men tá gerandisdagurin uttan bil kemur aftur, vísir tað seg, at tað ikki eru so nógv ørindir, har bilurin er alneyðugur. Men hetta er tó treytað av, at man ikki skal ferðast langa leið við børnum til dagstovn og skúla.

Tí sigur tað seg sjálvt, at tað hevði verið ein stórur bati fyri fólkaheilsuna, um tað bar til at hava børn uttan at vera kroystur til at hava bil. Um atlit varð tikið til, at børn komu í dagrøkt ella á stovn í nánd av heiminum, tørvaðist flest ongum at havt bil - ella í hvussu so er ikki meira enn ein bil hvørt húskið.

Lat okkum taka eitt dømi frá veruleikanum: eitt húski, sum býr í Vesturbýnum; annað foreldrið arbeiðir í Hoyvík, hitt hevur skiftandi arbeiðspláss, trý børn eru ansað á hvør sínum stovni. Hesi eru noydd at hava tveir bilar og kunnu ikki so frægt sum klára seg við einum. Høvdu børnini hjá teimum verið á stovni í nánd av bústaðnum, høvdu tey kunna klára seg við einum bili - ella heilt uttan, um bussflutningurin bara hevði verið eitt sindur títtari.

Tað er ikki neyðugt, at øll tiltøk fyri fólkaheilsuna eru ókeypis, men summi kunnu vera og krevja bara umhugsni og ein breiðari sjónarring hjá teimum, sum gera støðið undir gerandislívinum hjá borgarunum.

Vandamikið at ganga.

Allir vegir framvið skúlum áttu at havt 15 km/t ferðaravmarking. Sum nú er, koyra nógv foreldur børnini, tí skúlavegurin er ov vandamikil. Hetta økir sjálvandi um ferðsluna og ger skúlavegin uppaftur vandamiklari, so at øll foreldur noyðast at koyra børnini í skúla. Tað optimala hevði verið, at ongin vegur í nánd av skúlum hevði gjøgnumgangandi ferðslu. Í tí sambandi er tað bara viljin, sum manglar.

Hví skulu fótgangarar ikki verjast? Bilbeltini verja bara tey, sum koyra í bili. Hví skulu nógvir pengar brúkast uppá vakrar grótgarðar framvið landsvegunum, men ikki ein króna uppá at verja fótgangarar? Tað kann gerast við at gera verjugarðar av onkrum slag - grótgarðar ella flaggarðar - í bygdum øki, har bilarnir koyra skjótt, ella við at leggja gøtur longur burtur frá til gangandi og súkklandi. Summastaðni sæst, at flaggarðar eru gjørdir at verja grannar móti larmi og royki frá vegnum og ferðsluni. Hví vera gøtur tá ikki gjørdar innanfyri garðin, í staðin fyri at gera gongubreytina so tætt sum gjørligt upp at bilferðsluni? Onkuntíð skal so lítið til!

Hvør eigur at gera nakað?

Landið eigur at gera sítt til at bøta um møguleikarnar fyri sunnari rørslu í gerandisdegnum, men landspolitikkararnir eiga eisini at áleggja kommununum á henda hátt at taka fólkaheilsuna við í planleggingina.

Tann síðsta utopiin: tær størru kommunurnar eiga at arbeiða fram ímóti, at onkrir býlingar verða undantiknir ferðslu við privatum persónbilum. Hetta eigur at vera sentralir, samanhangandi býarpartar. Hetta er ikki meira utopi enn so, at tað í mongum evropeiskum býum er heilt ella partvíst veruleiki. Nevnast kunnu Wien og Amsterdam. Tað eru ikki út av lagi vánalig fyridømi at hava.

Tey, ið eiga bil, brúka eisini bilin til ørindi, har tey saktans kunnu ganga. Tey, ið ongan bil eiga, røra seg munandi meira enn tey, ið eiga bil. Og nýggj gransking vísir, at tað er sannlíkt, at tað er líka heilsuskaðiligt ikki at røra seg, sum tað er at roykja.
Tí er eitt tað besta tiltakið fyri fólkaheilsuna hetta: at gera tað gjørligt at klára seg uttan bil.