Tíðliga seinnapartin fríggjadagin vendi løgreglan sær til Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag um, at ein maður, sum seinast var sæddur um 01 tíðina náttina fyri, var saknaður.
Alt bjargingarliðið hjá felagnum møtti upp á løgreglustøðini á Tvøroyri, har avtalað varð, hvussu leitingin eftir manninum skuldi skipast.
Teir 30 menninir, sum eru í felagnum, møttu, hóast hetta var í arbeiðstíð. Avtalað varð, at teir í bólkum skuldu leita ymsastaðni, har hugsandi var, at maðurin kanska var at finna. Leitað varð serliga á leiðini við Stórá í Trongisvági, har maðurin plagar at ganga túrar.
Tað tók ikki langa tíð til maðurin, sum leitað varð eftir, varð funnin.
- Vit funnu mannin í grundini í Trongisvági, har gamla stoypivirki var. Hann var kaldur, men ikki í lívsvanda. Sjúkrabilur var eftir manninum, sum varð fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús til kanningar, segði maður, sum var við í leitingini fríggjadagin.
Sum skilst, varð hin 31 ára gamli funnin einar 500 metrar frá bústaðnum.