Gekkurin hevur ongan hug at fara

Heldur ikki í kvøld eydnaðist tað nøkrum Gekka-spælara at fáa stórvegis burtur av miljónunum, sum eru at vinna.

Heldur ikki í kvøld eydnaðist tað nøkrum Gekka-spælara at fáa stórvegis burtur av miljónunum, sum eru at vinna.

 

Samlaði høvuðsvinningurin í kvøld var á 3,2 miljónir krónur, men í kvøld varð samstundis møguleiki hjá tí, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum, at deila upphæddina yvir allar tríggjar leyparnar við einum "avrundaðum" tali á 1,1 miljón krónur í hvørjum leypi.

 

Kvinnan, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum, valdi at leggja 1,1 miljón krónur í hvønn leypin heldur enn at leggja allar 3,2 miljónir krónurnar í ein leyp.

 

Við fyrsta drátt kom hon á 10.000 krónur, sum faldað við 10 kundi givið henni 100.000 krónur. Men, kvinnan valdi at snara hjólinum eina ferð aftrat í vónini um, at hjólið hesaferð fór at steðga á einum av leypunum.

 

Men, tíverri fyri kvinnuna, eydnaðist tað henni ikki at koma á nakran leypin í øðrum drátti heldur. Hjólið steðgaði enn einaferð á 10.000 krónum, sum hesaferð varð talið faldað við seks, soleiðis at hon nú stóð við 60.000 krónum í hondini, um hon steðgaði.

 

Og kvinnan valdi at steðga. Soleiðis gjørdist hon eisini 60.000 skattafríar krónur ríkari í kvøld. Næsta fríggjakvøld verður høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum á 3,4 miljónir krónur.