GEM hevur verið virkið á nógvum økjum síðani tá, og í løtuni verður arbeitt við at broyta ella tillaga GEM til komandi avbjóðingar. Innan fyri næstu mánaðirnar fer at koma eitt uppskot um, hvussu framtíðar GEM skal skipast. Ein orsøk til slíkar broytingar er tann, at tað nú verður farið frá einum stigi í oljutilgongdini til eitt annað - frá einum forkanningarskeiði til veruliga leiting og helst eisini framleiðslu.
Broytingar kunnu eisini standast av, at fleiri av feløgunum, sum hava verið sera virkin í GEM, nú als ikki verða við í komandi leiting. Hvørji teirra vilja halda fram í GEM og hvørki taka seg fult og heilt úr Føroyaøkinum! Hetta eru spurningar, sum arbeitt verður við.
GEM arbeiðir í løtuni við fleiri ymsum verkætlanum, sum ma. hava við umhvørvi og trygd at gera. Almenningurin kann fáa lutvíst innlit í arbeiðini, sum GEM ger, við at fara inn á heimasíðuna gem.fo
Hilmar Eliassen (og ikki Danielsen, sum vit skrivaðu hósdagin í farnu viku) arbeiðir hjá Atlanticon og er GEM-samskipari. Hann tekur sær av virkseminum hjá oljufeløgunum í sambandi við GEM og samskipar arbeiðið. Hilmar Eliassen tók við starvinum 1. mars í ár eftir Dávid R. Hansen. Uppgávurnar hjá GEM verða umsitnar av Atlanticon, sum heldur til á Bryggjubakka í Havn.
Hilmar Eliassen er útbúgvin cand.merc.jur. Hann arbeiddi sum fulltrúi í Fíggjarmálastýrinum eitt skifti og áðrenn hann kom til Atlanticon arbeiddi hann á lógardeildini hjá Saga Petroleum í Oslo.