Gentan er funnin aftur í Stokkhólmi

Hildið verður, at teir, sum rændu gentuna í Stokkhólmi fríggjadagin, ætlaðu at taka hana við sær úr Svøríki, men tað eydnaðist ikki.

 

Fríggjadagin hvarv ein sjey ára gomul smágenta í Stokkhólmi, og svenska løgreglan heldur, at gentan varð rænd. Gentan býr hjá mammu síni, og pápin er av sýriskum uppruna. Stórt løgregluátak var í Stokkhólmi og Uppsala í samband við hendingina.

Svenska netsíðan Expressen veit at siga, at gentan varð funnin aftur í gjárkvøldið, og at hon nú er í tryggleika. Fleiri miðlar hava skrivað um hendingina, og Aftonbladet veit at siga, at mamman varð lokkað í eina fellu saman við gentuni.

Hildið verður, at teir, sum rændu gentuna, ætlaðu at taka hana við sær úr Svøríki, men tað eydnaðist so ikki, tí svenska løgreglan sendi út ríkisávaring, sum tað verður rópt. Sum skilst, høvdu pápi gentuna og hjálparfólk lagt ætlanir um, hvussu hetta skuldi gerast.

Fyrst høvdu teir lagt hond á mammubeiggja gentuna, sum teir høvdu bundið niður í einum vørubili. Síðan høvdu teir sent sms-boð við telefonini hjá honum til mammuna, sum varð biðin at koma út at eta saman við mammubeiggjanum og gentuni.

Tá mamma og genta komu á staðið, og væntaðu at hitta mammubeiggjan, vórðu tær álopnar.

Mamman varð koyrd í ein vørubil saman við pápanum til gentuna, og ein annar maður koyrdi avstað við tí sjey ára gomlu. Hóast mamman varð bundin á hendur, eydnaðist tað henni at leypa úr úr vørubilinum, tá bilurin noyddist at steðga fyri reyðum ljósi í Stokkhólmi.

Tá hon var leys, boðaði hon løgregluni frá. Síðan hevur verið leitað eftir gentuni, sum sambært svenskum miðlum varð funnin í gjárkvøldið. Sum skilst, hevði svenska løgreglan handtikið pápan nakað frammanundan, og at enda varð gentan so eisini funnin.

Pápin er áður dømdur fyri at hava burturflutt dóttrina. Í fjør summar tók hann gentuna við sær, fyrst til eitt land í Suðurevropa og síðan til Norðurafrika - uttan at siga frá.