Tað eru helst mong, ið eiga jólafløguna við gentukórinum í Meinigheitshúsinum í Havn. Seinnapartin í dag verður høvið at hoyra tær syngja live í Miðlon. Hetta hendir í samband við eina bókasøluna, sum er á torginum í Miðlon, her møguleiki er at síggja tað breiða úrvalið sum ymisk bókaforløg hava at bjóða. Endamálið við søluni er at stuðla missiónsarbeiðinum í Kambodja. Hagar fara tvey toymi at vitja aftur komandi summar.
Kórið hevur útgivið jólafløguna ?Nú er jólatíð? og á fløguni eru 11 jólasangir. Møguleiki er fyri at keypa fløguna og aðrar fløgur, umframt nógvar góðar føroyskar bøkur fyri góðan prís á bókasøluni. Í dag kl. 16:30 verður so høvið at hoyra kórið live.
Bókaútsølan heldur áfram til tann 19. desember.