Gentukórið úr Danska útvarpinum

til Føroya á konsertferð

Sunnudagin 25. Juni koma 30 gentur, ið mynda Danmark Radio Pigekor á vitjan. Kórið fer at hava konsertir í Tórshavn, á Toftum, í Fuglafirði, í Klaksvík og á Viðareiði. Kórið er gestur hjá Fuglafjarðar gentukóri.


Kórleiðari er Tage Mortensen. Hann hevur leitt kórið síðani 1966, og hevur í hesi ár verið fleri ferðir í Føroyum við kórinum. Seinast kórið var í Føroyum var 1990, tá ið William Heinesen fylti níti ár. Kórið var við á heiðurskonsertini fyri Williami, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum.



Annars ferðast kórið nógv. Tað hevur vitjað 17 evropeisk lond, Canada, Ísrael, Japan og USA


Meðan kórið vitjar í Føroyum , verða hesar konsertir.


Sunnudagin 25. Juni kl 20:00 konsert í Fríðrikskirkjuni


Mánadagin 26. Juni kl. 20:00 konsert í Fuglafjarðar kirkju saman við

Austrian Art Ensemble og Havnarkórinum.


Týsdagin 27. Juni kl. 15:00 konsert í Viðareiðis kirkju.

Kl. 19:00 sama dag konsert í Kristjanskirkjuni.


Mikudagin 28. juni kl 20:00 konsert í fimleikarhøllini í Fuglafjarðar skúla..


Hósdagin 29. juni kl. 20:00 konsert í Aulini í Tórshavnar kommunuskúla.


Fríggjadagin 30.juni syngja kl. 19:00, tá ið Málningaframsýningin á Varmakeldu verður sett.


Sunnudagin 2. juli kl. 20:00 konsert í Fuglafjarðar kirkju. Kórið syngur undir hámessuni sama dag.. vit ikki vitja grannan, men vita alt um hvat slag av kynslívi amerikanski forsetin høsnast við.


Vit hava góðar fortreytir

Men hetta skulu vit ikki ræðast. Vit hava altíð livað við hesi avbjóðing. At verða partur av eini lítlari mentan, sum hevur yvirlivað ímóti øllum forsagnum, kann gerast eitt ómetaligt privilegium fyri framtíðina. Vit kenna heimin og heimsins mentanir væl betri enn tær flestu sonevndu "stóru tjóðirnar". Tí vit noyðast at kenna onnur fyri at yvirliva.

Okkara ungdómur dugir longu og fer at duga nógv heimsins mál og kennir aðrar mentanir. Á eini føroyskari uttanríkistænastu ella á einum føroyskum útflutningsvirki fer tað ikki at standa á at hava starvsfólk, sum hvør í sínum lagi kunnu samskifta á japanskum, týskum, sponskum, russiskum, portugisiskum ella arabiskum. Umframt sjálvsagt at duga norðurlendsku málini og enskt væl og virðiliga.

Vit vita, at vit hava ongantíð nóg mikið í okkum sjálvum. At vit mugu burtur fyri at koma heim ? eins og okkara sjómenn altíð hava gjørt, og tikið søgurnar úr Hong Kong, Grønlandi og Ný Foundlandi heimaftur til okkara mentanarliga førning.

Onki land kann í dag útbúgva alt sítt fólk ella byrgja útbúgving og gransking inni á dustutum stovnum. So okkara støða er nú vorðin alra støða. Vit skulu út í heim at útbúgva okkum, men mugu eisini bjóða okkara land og útbúgvingar til onnur.

Tað skal kanska ikki so nógv til, at vit hava nakað at bjóða úti í heimi innan gransking og útbúgving.

Nám eigur at vera eitt gullnám fyri Føroyar.


Høgni Hoydal

Landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum