THW Kiel skoraði sigursmálið í seinastu løtu

Tað gekk akkurát hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í dag

Frammanfyri 10.286 áskoðarum í Wonderino høllini í Kiel tóku Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel í kvøld móti Hamburg í dysti í týsku bundesliguni.

 

Tað eydnaðist akkurát hjá Kiel at knógva ein tepran 38-37 sigur. Eric Johansson skoraði sigursmálið beint áðrenn lúðurin í høllini ýldi. Í steðginum var Hamburg á odda 18-16, so hetta var tungt hoyggj hjá Kiel í kvøld.

 

Elias skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir, og hann legði upp til eitt mál.

 

Kiel er nummar fýra í deildini við 48 stigum, nú teir hava tveir dystir eftir at leika.

 

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin eru fremst við 52 stigum. Magdeburg hevur 51 stig, og Melsungen hevur 50 stig.

 

Í morgin klokkan 15.30 spæla Hákun og liðfelagarnir í Füchse Berlin dyst á útivølli móti Stuttgart. Somu klokkutíð taka Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt móti Vilhelmi Poulsen og liðfeløgunum í Hannover-Burgdorf í Flens Arena høllini í Flensburg.