Gentur 14: Stórsigur til SÍ

Steypafinalan í aldursbólkinum Gentur 14 bleiv spæld ímillum SÍ og TB.

 

Í fyrra setti fylgdust liðini rættiliga væl á máltalvuni ein part av settinum. Støðan var 14-10 til SÍ, men eftir hetta vaks munurin munandi. Endaliga settúrslitið av dystinum gjørdist heili 25-15.

 

Í dystsins seinna setti var byrjanin hjá TB ræðulig. SÍ kom á odda heili 11-0, og so var ongin ivi um, hvør fór at vinna. Endaliga úrslitið í hesum setti gjørdist heili 25-8 til SÍ, ið sostatt vann 2-0.

 

Hetta var fjórði steypasigurin til SÍ av átta møguligum.

 

Dagsins leikarar hjá liðunum báðum vórðu valdir at vera Jóhanna Stórhamar hjá TB og Guðrun Johnsdóttir Kruse hjá SÍ.

 

Næsta flogbóltssteypafinalan byrjar klokkan 18, tá ið kvinnuunglingarnir hjá Mjølnir og Fleyr skulu spæla. Sermerkt við hesari finaluni er, at hetta er einasta steypafinalan í ár, har SÍ ikki luttekur.