Blaðstjórin á Dimmalætting, Georg L. Petersen, er ovurfegin. Tað er hann, tí hann hevur fingið tríggjar gamlar skivimaskinur upp á plássaftur.
– Hetta eru skrivimaskinurnar, sum fyri meg hava eitt persónligt virði, men kanska ikki eru so týdningarmiklar fyri onnur. Tá eg fór niður at lesa í 2013 stóðu tær eftir á redaksjónini á Dimmalætting. Tá blaðið síðan fór á húsagang, og eg var so langt burtur, bar eg ótta fyri, at tær vóru burturbeindar. Eg meini so við, at tá trotabúgvið fysiskt smildraði alt tað talgilda arkivið, sum vit høvdu bygt upp síðan 1998, so mundi virðingin fyri tí søguliga ikki vera í hásæti, skrivar Georg L. Petersen á Facebook.
– Men har var ein sum sá virðið í teimum, Páll Jarnfoss, sum helt tað vera synd, at maskinurnar vórðu tveittar burtur. Hann tók tær heim til sín sjálvs, og setti seg so í samband við meg, tá hann fann út av, at tær vóru mínar – respekt!, skrivar Georg L. Petersen.
Nú standa gomlu skrivimaskinurnar aftur á redaksjónini á Dimmalætting, og Georg L. Petersen skrivar víðari:
– Ta lítlu ferðaskrivimaskinuna til vinstru átti abbi, Georg L. Samuelsen, og hana bar hann aftur og fram hvønn dag til arbeiðis í mong harrans ár og nógvar greinar til blaðið munnu vera skrivaðar á henni.
– Ta mittastu átti abbabeiggi, Trygve Samuelsen, og hon stóð á hansara advokatskrivstovu.
– Tann løgna uttast til høgru stóð á sýslumansskrivstovuni hjá langabba í Fuglafirði, Andras Samuelsen.
– Nú er alt aftur, sum tað eigur at vera – eg havi sterkar menn við mína lið, skrivar ein fegin blaðstjóri á Dimmalætting.